Eritrea

Staturin Eritrea (alment heiti) er eitt lítið land í Eysturafrika. Eftir frælsiskríggj í 20 ár loysti fjallalandið Eritrea frá Etiopia í mai 1991. Eritreiski frælsisherurin (EPLF) rak seinastu etiopisku herdeildirnar av landinum og fór so at gera landinum eina stjórnarskipan.

ሃገረ ኤርትራ
دولة إرتريا
Flagg Eritrea
(Flagg Eritrea)
Skjaldarmerki Eritrea
(Skjaldarmerki Eritrea)
Tjóðarslagorð: Onki1
Tjóðsangur: Ertra, Ertra, Ertra
Alment mál Tigrinya, arabiskt, enskt
Høvuðsstaður Asmara
Forseti Isaias Afewerki
' Onki
Fullveldi 24. mai 1993
(frá Etiopia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
121,100 km²
0.14 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
6 380 803
52.7/km²
Gjaldoyra Nakfa (ERN)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .er
Telefonkota +291
1Fleiri enn 10 mál verða talað, men høvuðssmálið er tigrinja.

Fólkið í Eritrea roynir nú at fáa á føtur aftur búskapin og alt annað, sum varð oyðilagt í krígnum.

Søga

Loysing

Eritra hevði staðið undir Etiopia síðan 4. øld. Sum hjáland var tað limað inn í Etiopia í 1962. Næstan beinanvegin fóru Frælsisfylking Eritrea (stytt EPLF), og aðrar rørslur at berjast fyri frælsi. Í 1991 eydnaðist EPLF umsíðir eftir frælsisbardagar í næstan 30 ár at reka etiopiska herin úr landinum. Á fólkaatkvøðu í 1993 var eisini stórur meiriluti fyri loysing.

Bráðfeingisstjórn varð skipað, og í mai 1993 var Eritrea lýst at vera frælst ríki. Limir í EPLF, við Isaias Afewerki (føddur 2. februar 1946 í Asmara, Eritrea) á odda skipaðu tjóðarting, bóðu Vesturheimin um stuðul og hjálp og settu fólkaræði í gildi. Eritrea varð fyrsta land í Afrika at broyta landamørkini, sum evropeiska hjálandaveldið hevði sett.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.