Erievatn
Erievatn (enskt: Lake Erie) er eitt stórt vatn í eystara parti av Norðuramerika. Vatnið er fjórðstørsta av Stóruvøtnum (Great Lakes). Erievatn er uppkallað eftir upprunafólkinum erie, sum búði í 17. øld á sunnaru síðu av vatni.


Landafrøði
Vatnið liggur á markinum ímillum Kanada (Ontario) og USA (Michigan, Ohio, Pennsylvania, New York). Vatnið er 25.667 ferkilometrar til víddar (388 km til longdar og 92 km til breiddar). Dýpið av vatninum er í miðal um 19 metrar, og har tað er djúpast, 64 metrar. Vestanfyri rennur Detroitá út í Erievatnið. Frárenslið er Niagaraá í landnyrðingsendanum á vatni, beint á markinum millum USA og Kanada. Niagaraá rennur út í Ontariovatnið. Í ánni, sum er bert 56 km til longdar, eru hinir viðgitnu Niagarafossar (Niagara Falls á enskum) .
Størstu býir fram við vatni
Myndir
- Niagaraá rennur úr Erievatni (niðanfyri) út í Ontariovatnið (omanfyri)
- Niagarafossar
- Erievatn í Pennsylvania
- Frysta Erievatn á vetri. Cleveland sæst í baksýni.
- Middle Bass Island í vestara parti av vatninum.
- Erievatn nærhendis Leamington í Ontario.
Hygg eisini at
Ávísingar úteftir
- Oyggjarnar í Erievatni:
- Lake Erie Islands, wikivoyage.org
- Explore the Lake Erie Islands, ohioseagrant.osu.edu (á enskum)