Elin Brimheim Heinesen

Elin Brimheim Heinesen (fødd 25. juni 1958) úr Havn er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður. Hon er útbúgvin magistari (Cand.mag.) við høvuðsgrein í fagurfrøði og mentan (Æstetik & Kultur) og hjágrein í føroyskum máli og bókmentum. Hon las á Fróðskaparsetri Føroya í 1979-1981 og við Århus Universitet 1984-1986 og 1989-1991. Elin hevur eisini útbúgving sum filmshandritahøvundur frá Den Danske Filmskole, har hon gekk í 1997-1999.

Elin Brimheim Heinesen í 2008

Elin búði í Danmark í næstan 25 ár tilsamans, har hon starvaðist m.a. sum stjóri, marknaðarleiðari, verkætlanarleiðari, redaktiónsstjóri, ritstjóri og sum sjálvstøðug vinnurekandi við egnari fyritøku, sum m.a. bjóðaði ymiskar tænastur innan samskifti og vinnuráðgeving, umframt at hon gjørdi heimasíður. Elin flutti aftur til Føroya at búgva í 2007, tá hon gjørdist stjóri á Samvit, sum var útflutnings- og ferðaráð. Elin var stjóri á Samvit, til stovnurin varð niðurlagdur í august 2009.

Frá september 2009 til mai 2012 var Elin í starvi sum miðla- og menningarleiðari í Kringvarpi Føroya.[1]

Frá mai 2012 til apríl 2015 var hon sjálvstøðugt vinnurekandi umframt at hon var ein av høvundunum, sum skrivað tíðindi á portal.fo, eftir at portalurin var seldur til Knassar.

Í apríl 2015 varð Elin sett í starv á Fróðskaparsetur Føroya sum leiðari av nýstovnaðu lestraskrivstovuni.

Har var hon til hon fekk bjóðað starvið sum fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna hjá Landsbókasavninum í apríl 2018. Ljóðbókatænastan framleiðir føroyskar ljóðbøkur til fólk við lesitarni.

Elin hevur verið virkin í samfelagskjakinum í Føroyum og var eitt tíðarskeið sera virkin kjakari í sambandi við virksemið hjá Sea Shepherd móti grindadrápi. Í februar 2014 varð Elin vald í nevndina hjá nýggja føroyska filmsfelagnum Føroysk Filmsfólk.[2]. Elin hevur eisini verið vald í nevndirnar hjá feløgunum MenTón og hjá Listaleypurin.

Elin hevur eina bloggu - heinesen.info, har hon skrivar greinir og hugleiðingar.[3]

Tónleikalívsleið

Elin er eisini kend sum sangari og sangskrivari. Í 1970'unum og 1980'unum var hon limur í ymiskum orkestrum, sum spældu konsertir í Havnar Jazzfelag, m.a. í Perluni í Havn, sum var niðurrivin í 1983. Hon var ein av stigtakarunum og stovnarunum av Havnar Jazzfelag í 1974, og sat í nevndini har í fleiri ár.

Í 1988 gav Elin út kassettubandið Nalja - Elin & Kári saman við Kára Jacobsen við 10 sangum á. Elin átti 5 av sangunum og Kári átti 5. Nakrir av sangunum vóru sera ofta at hoyra í útvarpinum, m.a. sangurin Sjeikurin eftir Elin Heinesen og sangurin Á, tann deiliga Havn, sum Kári hevur skrivað, og sum enn ofta er at hoyra um ólavsøkutíð - og so ikki minst lagið hjá Elini, sum hon gjørdi til yrking hjá pápa sínum Jens Paula Heinesen - Eitt dýpi av dýrari tíð. Hetta lagið gjørdist nummar fýra, tá Kringvarpið spurdi Føroya fólk í 2018, hvønn sang tey hildu vera tann besta, av øllum teimum sangunum, sum vóru útgivnir tey seinastu 50 árini.

Í 2010 gav Elin fløguna "Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir" út. Á fløguni eru 15 løg, sum øll eru týðingar av kendum útlendskum løgum. Elin hevur sjálv týtt tey flestu av løgunum. [4]

Og í juli 2018 kom so heildarútgávan "Handan stjørnurnar" við 12 sangum, sum Elin hevur gjørt orð og løg til.

Útgávur

  • 2018 - Handan stjørnurnar - Elin Brimheim Heinesen (12 løg eftir Elina Brimheim Heinesen)
  • 2010 - Yndisløg - Ein ferð aftur í farnar tíðir - Saman við Ad Libitum
  • 1988 - Nalja - Elin & Kári (kom út sum kassettuband í 1988 og sum CD fløga í 1998) - saman við Kára Jacobsen[5]

Familja

Elin Brimheim Heinesen er dóttir Jens Paula Heinesen, sála, og Maud Heinesen, sálu, sum bæði vóru rithøvundar. Jens Pauli var ein av virknastu rithøvundum í Føroyum. Elin eigur eina dóttir, Helena Heinesen Rebensdorff, sum eisini er sangari og sangskrivari og hevur Brimheim[6] - millumnavnið hjá Elini - sum listafólkanavn. Brimheim hevur fingið serstakliga góð ummæli bæði í Danmark og Føroyum fyri sínar útgávur og konsertir, og hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri síni verk - m.a. eina FMA virðisløn í 2021 (ársins nýggja navn) og tríggjar FMA virðislønir í 2022 (ársins lag, ársins kvinnuligi sangari og ársins bólkur), umframt at hon vann Carl Prisen hjá donskum musikkforleggjarnum sum ársins talent í 2022, har 30.000 kr. fylgdu við. [7]

Keldur

  1. "Heinesen.fo". http://www.heinesen.fo/ElinBrimheimHeinesen/CV/Introduktion_FO_CV.htm. Heintað 2011-10-02.
  2. listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað
  3. Blogga hjá Elini Brimheim Heinesen
  4. Heimasíðan hjá Elini m.a. um hennara tónleikarakarrieru
  5. "Tutl.fo, Nalja". http://www.tutl.com/shop/index.php?productID=182. Heintað 2011-10-02.
  6. "http://brimheim.com". http://brimheim.com.
  7. Brimheim á Facebook

Útvortis ávísingar

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.