Eilif Samuelsen

Torben Eilif Lindenskov Samuelsen (f. 22. mai 1934 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Sambandsflokkin.

Eilif Samuelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. mai 1934 í/á Fuglafjørður
Alma mater Q12315781
Starv lærari, politikari, bell-ringer, týðari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti

Eilif Samuelsen fekk læraraprógv á Haslev seminarium í 1958. Hann starvaðist sum lærari í Fuglafirði 1958-59, í Hvalvík 1959-65, Tórshavnar kommunuskúla 1965-68 og Venjingarskúlanum 1968-99.

Hann var løgtingslimur 1978-1990, skeiðini sum landsstýrismaður undantikin. Hann var landsstýrismaður í skúla-, almanna- og orkumálum árini 1981-1985 og í umhvørvis-, orku-, skúla-, kommunu- og norðurlandamálum árini 1994-1998. Hann var bygdarráðsformaður í Hvalvíkar kommunu 1963-1965.

Hann var formaður í Føroya Lærarafelag 1968-1980, í Landsskúlaráðnum 1992-94, í Mentanargrunni Føroya Løgtings 1986-94 og 1998-2000, formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-1998.

Eilif Samuelsen er abbasonur Andrass Samuelsen, sum var Føroya løgmaður 1948-1950.

Keldur

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 346. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.