Edinburgh

Edinburgh ella Edinborg (enskt: City of Edinburgh, skotskt gæliskt: Dùn Èideann) er høvuðsstaður og næststørsti býur Skotlands. Edinborg hevur verið Skotlands høvuðsstaður síðan 14. øld. Av nógv hægstu nevndum og stjórnum í Skotlandi hava høvuðssæti í Edinborg til dømis skotska tingið, kirkjunevndin og kongshúsið. Edinborg liggur á syðra armi í Forthfirði í Skotlandi.

Edinburgh
Land: Stóra Bretland
Vídd:262 km²
Íbúgvar (2014):492.680
fyri km²:1.855
Mál:Enskt, Skotskt gæliskt
Heimasíða:Edinburgh.gov.uk Archived 2006-05-27 at the Wayback Machine

Edinborg er serliga kend fyri at vera ein útbúgvingarstaður og Edinborgar universitet er í dag nr. 17 í heiminum við serkunnleika og frálæru í læknafrøði og verkfrøði.

Umleið 1. mió. ferðafólk vitja árliga Edinborg og dregur so statt næstflest ferðafólk til sín í øllum Stóra Bretlandi aftaná London.

Av heygnum, har Edinburgh Castle stendur, er frálíkt útsýni oman yvir stórbýin við krókutum miðaldargøtum og føgrum georgianskum húsum.

Hvørt summar er stór altjóða mentanarstevna í býnum.

Myndir

Slóðir úteftir

Keldur

    Hendan greinin um Skotland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.