De Gyldne Laurbær
De Gyldne Laurbær (eisini nevnt: Boghandlernes Gyldne Laurbær) er ein donsk bókmentaheiðursløn, sum varð sett á stovn í 1949. Tað er Foreningen De Gyldne Laurbær, fyrr Boghandlerklubben, sum letur heiðurslønina einaferð um árið. Upprunaliga var heiðurslønin ein gullnál við áskrift, eitt skiftið fylgdi ein peningaupphædd við, men í dag fær vinnarin av heiðurslønini ein laurberkrans, eitt heiðursbræv og eitt gávubræv at keypa bøkur fyri á 2500 krónur. Donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr heiðurslønahandanini. Tann dagin tá tað verður kunngjørt, hvør ið vinnur heiðurin, so fer umboð fyri Nevndina fyri De Gyldne Laurbær at hitta vinnaran, meðan fjølmiðlar fylgja við. Ein danskur rithøvundur kann bert fáa hesa heiðurslønina einaferð. Síðan 1954 hevur heiðurslønin verið handað í januar fyri eina bókaútgávu árið fyri. Donsku bløðini nevna ofta heiðurslønina við tí árinum, ið handanin fer fram.[1]
![](../I/Hanne-Vibeke_Holst.jpg.webp)
![](../I/Carsten_Jensen.jpg.webp)
![](../I/Klaus-rifbjerg-2001.jpg.webp)
Móttakarar
2020-árini
2010-árini
- 2019 - Sara Omar fyri skaldsøguna Skyggedanseren
- 2018 - Leonora Christina Skov fyri skaldsøguna Den, der lever stille
- 2017 - Jesper Wung-Sung fyri skaldsøguna En anden gren
- 2016 - Merete Pryds Helle fyri skaldsøguna Folkets skønhed
- 2015 - Jesper Stein fyri skaldsøguna Aisha
- 2014 - Sara Blædel fyri skaldsøguna Kvinden de meldte savnet
- 2013 – Anne-Cathrine Riebnitzsky fyri skaldsøguna Forbandede yngel [2]
- 2012 – Kim Leine fyri skaldsøguna Profeterne i evighedsfjorden
- 2011 – Helle Helle fyri skaldsøguna Dette burde skrives i nutid
- 2010 – Jussi Adler-Olsen fyri skaldsøguna Journal 64
2000-árini
- 2009 – Ida Jessen fyri skaldsøguna Børnene
- 2008 – Hanne-Vibeke Holst fyri Dronningeofret
- 2007 – Jens Smærup Sørensen fyri Mærkedage
- 2006 – Knud Romer fyri Den som blinker er bange for døden
- 2005 – Morten Ramsland fyri Hundehoved
- 2004 – Christian Jungersen fyri Undtagelsen
- 2003 – Jette A. Kaarsbøl fyri Den lukkede bog
- 2002 – Jakob Ejersbo fyri Nordkraft
- 2001 – Hans Edvard Nørregård-Nielsen fyri Riber Ret
- 2000 – Anne Marie Løn fyri Kærlighedens rum
1990-árini
- 1999 – Svend Åge Madsen fyri Genspejlet
- 1998 – Jens Christian Grøndahl fyri Lucca
- 1997 – Jane Aamund fyri Colorado drømme
- 1996 – Carsten Jensen fyri Jeg har set verden begynde
- 1995 – Henrik Nordbrandt fyri Ormene ved himlens port
- 1994 – Jørn Riel
- 1993 – Peter Høeg fyri De måske egnede
- 1992 – Lise Nørgaard fyri Kun en pige
- 1991 – Leif Davidsen fyri Den sidste spion
- 1990 – Peter Seeberg fyri Om fjorten dage
1980-árini
- 1989 – Ib Michael fyri Kilroy, Kilroy
- 1988 – Bjarne Reuter
- 1987 – Martha Christensen fyri Dansen med Regitze
- 1986 – Paul Hammerich fyri Lysmageren
- 1985 – Helle Stangerup fyri Christine (bók)
- 1984 – Cecil Bødker fyri Marias Barn. Drengen og Marias Barn. Manden
- 1983 – Dorrit Willumsen
- 1982 – Kirsten Thorup
- 1981 – Suzanne Brøgger fyri Tone (bók)
- 1980 – Tage Skou-Hansen
1970-árini
1960-árini
1950-árini
1940-árini
- 1949 – Martin A. Hansen
Keldur
- Boghandlerklubben.dk De Gyldne Laurbær
- http://politiken.dk/kultur/boger/ECE2189875/usaedvanlig-soldaterforfatter-tager-de-gyldne-laurbaer/ Usædvanlig soldaterforfatter tager De Gyldne Laurbær
Slóðir úteftir
- Listi yvir móttakarar á Boghandlerklubben.dk