David Cameron

David William Donald Cameron (føddur 9. oktober 1966 í London) er ein bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum frá mai 2010 til juli 2016.[1]

David Cameron

Cameron gjørdist floksleiðari í Konservativa flokkinum í 2005. Eftir fólkaatkvøðu um ES-limaskap 23. juni 2016 valdi hann tó at leggja frá sær, bæði sum forsætisráðharri og floksleiðari, tí bretar høvdu atkvøtt móti ES-limaskapi og móti tilmælinum frá Cameron. Eftirmaður hjá honum gjørdist Theresa May.

Ávísingar úteftir

Keldur

  1. The Rt Hon David Cameron, gov.uk
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.