Dávur Djurhuus
Dávur Djurhuus er ein føroyskur filmsleikstjóri. Hann hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving á Met Film School í London í 2013. Hann vann Geytan fyri filmin Terminal. Filmurin Terminal varð eisini sýndur á London Short Film Festival 19. januar 2014.[1] Hin 11. desember 2013 vann hann føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin Terminal, sum hann hevur leikstjórnað, framleitt og skrivað leikhandrit til.[2] Hann er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk.[3]
Filmar
Leikstjóri
- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
- Gakk tú tryggur, 2015
Leikrithøvundur
- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
Framleiðari
- Dog, 2012
- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
Heiður
Keldur
- nordicstylemag.com - Young director wins Faroese film award Archived 2016-02-21 at the Wayback Machine, Stephan Lücke, 20. desember 2013
- "Planet.fo, Dávur fekk Geytan og Jónfinn áskoðaravirðislønina". http://planet.fo/davur+fekk+geytan+og+jonfinn+askodaravirdislonina.html#.Uql2MmSovoo. Heintað 2013-12-12.
- listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað
Slóðir úteftir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.