Burnley F.C.
Burnley Football Club er eitt enskt fótbóltsfelag úr býnum Burnley, sum leikar í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League.
Felagið varð sett á stovn í 1882. Tað er eitt av teimum tólv feløgunum, sum stovnaðu The Football League í 1888. Besta liðið, við kelinavninum "The Clarets", spælir sínar heimadystir á Turf Moor-vølli í Burnley.[1] Venjarin hjá besta liðinum var Sean Dyche frá 2012 til apríl 2022. Avloysarin hjá honum gjørdist fyrrverandi belgiski fótbóltsleikarin Vincent Kompany, sum tók við í juni 2022.
Býurin Burnley liggur í Lancashire, í Útnyrðingsonglandi, 21 míl norðan fyri Manchester.
Leikarar
Núverandi hópur
- Dagført hin 30. november 2020[2]
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|
Keldur
- Burnley - Turf Moor, premierleague.com
- "First team". https://www.burnleyfootballclub.com/teams/first-team/. Heintað 5. oktober 2020.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.