Brunei

Brunei (maleisiskt: Negara Brunei Darussalam) liggur í landsynningshorninum av Ásia. Brunei hevur bara mark við Maleisia. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo í Maleisia er lítla landið Brunei. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.

برني دارالسلام
Negara Brunei Darussalam
Flagg Brunei
(Flagg Brunei)
Skjaldarmerki Brunei
(Skjaldarmerki Brunei)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: "Allah Peliharakan Sultan"
Alment mál Maleisiskt
Høvuðsstaður Bandar Seri Begawan
Sultanur og forseti Hassanal Bolkiah
Forsætisráðharri Al-Muhtadee Billah
Fullveldi 1. januar 1984
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
5.765 km²
8.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2016
 - tættleiki
 
417.256
72.11/km²
Gjaldoyra Dollar (BND)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .bn
Telefonkota +673

Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.