Bjørt Samuelsen
Bjørt Samuelsen (fødd 2. mars 1965 í Tórshavn) er ein føroyskur journalistur og politikari (Tjóðveldi). Hon hevur sitið í Løgtinginum síðan 2008, og var vinnumálaráðharri frá 4. februar til 15. september 2008.
Bjørt Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 2. mar 1965 í/á Tórshavn |
Starv | journalistur, politikari, communications adviser |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Bjørt Samuelsen |
Hon vaks upp í Havn, og fluttið til París sum 19-ára gomul. Seinni flutti hon til Keypmannahavn fyri at lesa bromatologi, og er útbúgvin cand. brom. Síðan flutti hon til Oslo, har hon gekk á Norsk Journalisthøgskole. Hon starvaðist sum blaðkvinna/journalistur á Aftenposten, Forbruker-rapporten, og á Forbrukerinspektørene hjá NRK. Hon var stýrislimur í Fagpressens Journalistforum frá 1998 til 2000, og skrivari og kassameistari í Norsk-færøysk lag frá 1994 til 2000. Eftir at hon flutti heimaftur til Føroya á heysti 2000, hevur hon starvast í Kringvarpi Føroya og sum sjálvstøðug vinnurekandi sum samskiftisráðgevi. Hon hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.
Á løgtingsvalinum 2008 varð hon vald inn á Løgtingið fyri Tjóðveldi. Sama dag, hin 4. februar, varð hon útnevnd til vinnumálaráðharra í aðru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Heidi Petersen møtti á løgtinginum í staðin. Samgongusamstarvið helt uppat í september sama árið, og Samuelsen gjørdist aftur løgtingslimur.
Løgtingslimur
- 2008-2011 Løgtingslimur
- 2011- Løgtingslimur
Landsstýriskvinna
- 4. februar 2008 - september 2008, varð hon útnevnd til vinnumálaráðharra í seinnu stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Heidi Petersen møtti á løgtinginum í staðin.
Løgtingsnevndir
- 2008–2011 limur í Vinnunevndini
- 2008–2011 limur í Løgmálanevndini
- 2011 - næstforkvinna í Vinnunevndini
- 2011 - limur í Trivnaðarnevndini
- 2011 - varalimur í Uttanlandsnevndini
- 2011 - limur í Norðurlandaráðnum
Onnur álitisstørv
- Nevndarlimur í nevndini fyri Útvarp Føroya frá 2002 til 2003
- Kassameistari í Føroya Blaðmannafelag frá 2001 til 2004
- Stýrislimur í Føroysku Málnevndini frá 2004 til 2005
- Kassameistari í URD frá 2006 til 2008
- Stýrislimur í kveik.fo og Hansen International síðan 2007
- Limur í umsjónarráðnum hjá Landsbankanum frá 2007-2012