Bergur Jacobsen

Ólavur Bergur Jacobsen (f. 29. mars 1947 í Klaksvík) er prestur og fyrrverandi landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Bergur Jacobsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 29. mar 1947 í/á Klaksvík
Starv politikari, prestur, journalistur
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti

Bergur Jacobsen fekk studentsprógv í 1971 og gudfrøðiprógv í 1976. Hann hevur arbeitt sum prestur í Sandoyar prestagjaldi 1976-1982, í London 1982-1986, fyristøðumaður fyri eftirskúlan í Genner 1986-1987, prestur í Ordrup 1987-88, arbeiddi í Útvarpi Føroya 1988-95, prestur í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn 1995-. Hann sat í Føroya Stiftsstjórn 1993-94.

Bergur Jacobsen sat sum landsstýrismaður í mentanar-, skúla- og norðurlandamálum í landsstýrinum hjá Maritu Petersen 1993-1994.

Keldur

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 291-292. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.