Belfast

Belfast er størsti býur og høvuðsstaður í Norðurírlandi. Fólkatalið í býnum var 286.000 á fólkateljingini í 2011. Belfast er størsti býur í Norðurírlandi og eftir fólkatalinum er hann 17. størsti býur í Stórabretlandi. Býurin er eitt nú kendur fyri skipasmíð, tað var skipasmiðjan Harland and Wolff, ið bygdi Titanic. Norðurírska fótbóltslandsliðið hjá monnum hevur heimavøll í Belfast, hann verður nevndur Windsor Park. Føroyska A-landsliðið hevur spælt móti Norðurírlandi í Belfast.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.