Barnablaðið

Barnablaðið er eitt føroyskt tíðarrit fyri børn. Nógvar kendar søgur hava verið í blaðnum, m.a. teknirøðirnar Baldrian og Dunnaldur Dunna.

Søga

Fyrsta Barnablaðið kom út til jóla í 1928. Síðan kom tað regluliga út í trý ár, men so góvu blaðstjórarnir skarvin yvir, og í desember 1931 kom seinasta blaðið í hesum umfari. Tað vóru lærarar úr Suðuroy, ið stóðu fyri blaðnum, og Føroya Lærarafelag gav út. Í blaðstjórnini vóru fyrst Samuel Jacob Sesanus Olsen og Sámal Johansen, men í september í 1930 kom Martin Joensen fyri Sámal Johansen. Barnablaðið skiftir navn í 1980 hetta árið. Nú eitur tað: Barna- og ungdómsblaðið. Blaðið skiftir síðan navn í 1983 til Barnablaðið. Eftir summarfrítíðina í 1998 skiftir blaðið navn til Strok & Snirr. So er aftur umskifti á skránni. Hóast hugskotið við Strok & Snirr blaðnum at venda fekk góða undirtøku millum lesararnar, og blaðið neyvan hevur havt størri haldaraskara enn hesi árini, ásannaði blaðstjórnin, at meira fekst burtur úr við bara einum blaði. Nú eitur blaðið Strok, tað er 44 blaðsíður og kemur út 8 ferðir um árið.[1]

Blaðstjórn

  • 1928-1931 vóru Samuel Jacob Sesanus Olsen, Sámal Johansen og Martin Joensen blaðstjórar.[2]
  • 1959-1966 Jákup Bærentsen, Jens Pauli Heinesen, Jákup M. Kjeld og Svenning Tausen
  • 1966-1973 Theodor Hansen, Steingrím Niclasen og Svenning Tausen
  • 1973-1980 Theodor Hansen, Steingrím Niclasen og Jóannes Enni. Frá 1977 kom Magnus Hansen í blaðstjórnina.
  • 1980-1986 Magnus Hansen blaðstjóri, Jóannes Enni, í 1981 kom Niels Jákup Thomsen í blaðstjórnina. Í 1983 var Rannveig Hovgaard fyrsta konufólk, sum kom í blaðstjórnina[3]
  • 1986-1989 Niels Jákup Thomsen blaðstjóri, Regin Debess og Erhard Jacobsen (Niels Jákup Thomsen tók við sum blaðstjóri í 1987)[4]
  • 1989 Niels Jákup Thomsen blaðstjóri, Regin Debess og Djóni Dalsgarð
  • 1994 Niels Jákup Thomsen blaðstjóri, Djóni Dalsgarð, Beinta Johannessen Dorthe Gyldenkærne (Dorthe gavst í 1996)
  • 1998 Niels Jákup Thomsen blaðstjóri, Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen (Páll Isholm var eitt stutt skifti í blaðstjórnini)
  • 2005- Beinta Johannessen blaðstjóri, Niels Jákup Thomsen ábyrgdarblaðstjóri, Eydna Magnussen og Bergur Dalsgaard.[5]

Keldur

  1. https://web.archive.org/web/20131109232326/http://www.strok.fo/S%C3%B8gan.aspx?ID=676
  2. http://snar.fo/alfroei/alfroei/rithoevundar/olsen-jacob-ur-sandavagi/ Archived 2012-07-14 at Archive.today Føroyski Undirvísingarportalurin Snar.
  3. "Strok.fo". http://www.strok.fo/S%C3%B8gan.aspx?ID=676. Heintað 2013-03-03.
  4. Rit.fo
  5. Bfl.fo Archived 2015-09-27 at the Wayback Machine Beinta Johannessen
  • Jacobsen, M. A.: Barnablaðið. Í: Varðin, bd. 10, 1930

Slóðir úteftir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.