Barbara (filmur)

Barbara filmurin hevði frumframsýning í 1997 og var tá tann dýrasti filmur, ið nakrantíð var framleiddur í Danmark – ella í danska kongaríkinum. Nils Malmros nýtti føroyskar leikarar í minni leiklutir, eitt nú Høgna Jóhanson og Erling Eysturoy. Partar av filminum vóru tiknir upp nirði í Keypmannahavn á Hólminum, og har vóru nógvir føroyingar við sum statistar. Barbara var tá einasti stórfilmur, ið var upptikin í Føroyum og filmsframleiðarar høvdu ávísar trupulleikar. Nógv viðurskifti vóru ring at hava tamarhald á. Skiftandi veður, skiftandi ljóssetingar og alt tað, ið føroyingar eru so vanir við. Malmros vann eina Robert heiðursløn fyri Barbaru. Filmurin varð seinni gjørdur til eina sjónvarpsrøð í tveimum pørtum.

Skaldsøgan Barbara hjá Jørgen-Frantz Jacobsen kom á prent í 1939. Søgan snýr seg um eina vandamikla femme fatale, Barbara. Søgan fer fram í tíðarskeiðinum 1746-1766 og Nils Malmros setti sær fyri at filmatisera skaldsøguna.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.