Barain
Kongsríkið Barein er eitt lítið oyggjaland í Persaflógvanum. Barein var fyrsta oljulandið á Arábianesinum. Stórar oljukeldur hava gjørt Barein ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Oljukeldur og reinsingarstøðir geva nógvum fólki arbeiði, men ferðavinnan kastar eisini nógv av sær. Nú eru oljukeldurnar skjótt tómar. Mesta av Barein er heit, turr og grýtut oyðimørk. Høvuðsstaðurin eitur Manama.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: بحريننا | |||
Alment mál | Arabiskt | ||
Høvuðsstaður | Manama | ||
Kongur | Hamad ibn Isa Al Khalifah | ||
Forsætisráðharri | Khalifah ibn Sulman Al Khalifah | ||
Fullveldi | 16. desember 1971 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
750 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
1 234 571 1 598/km² | ||
Gjaldoyra | Bareinskur dinarur (BHD) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bh | ||
Telefonkota | +973 | ||
Í 1986 varð koyrandi eftir byrging til Saudiarábia. Nógvir saudar fara til Barein at stuttleika sær, tí á oynni halda tey ikki islamisku lógirnar sum í Saudiarábia. Islamisku lógirnar banna til dømis fólki at drekka alkohol.
Landalæra
Barein er lítil oyggj, ikki longri enn 48 km (nakað sum Streymoyggin). Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið er oyðimørk. Av tí at har regnar so lítið, ber bara til at dyrka, um vatn verður veitt á markirnar. Fast vegasamband – brýr og byrgingar – er ímillum høvuðsoynna Barein og grannaoyggjarnar Al Muharraq og Sitrah. Fast vegasamband er eisni inn á meginlandið til Saudi-Arabia, ið Barein hevur tætt samband við. Oyggin Barein er bara 48 km long, hinar oyggjarnar eru upp aftur smærri.
Búskapur
Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Tey funnu olju og natúrgass í Flógvanum tíðliga. Meira enn helvtin av tí olju, sum er tøk í heiminum nú á døgum, er í Flógvanum. Úr boritornunum í oyðimørkini brennur natúrgassið, sum kemur upp saman við oljuni. Nú ið oljan er um at vera uppi, hevur perluveiða tikið seg upp aftur. Perlutíðin er frá juni til september. Perlukavararnir kava niður á botn við søkki uppi á sær; útgerð teirra er annars bara ein nasaklemma, knivur og kurv at leggja skeljarnar í. Dýrastu perlurnar eru fannhvítar og bera á ljósareytt.
Fólkið
Hóast Barain er ein muslimsk tjóð, so hava kirkjur, hindu-tempul og jødiskar synagogur verið á oynni í nógv ár. 52,6% av íbúgvunum eru tilflytarar, so Barain er sera fjølbroytt, bæði etniskt og mentanarliga.