Balzer Jacobsen

Balzer Jacobsen var løgmaður í Føroyum 1655 - 1661.

Løgtingið hevði valt Jógvan Poulsen sum løgmann í 1654, men valdi kongur, Fríðrikur III, ímóti siðvenju at velja Balzer Jacobsen ístaðin. Hann varð tilnevndur løgmaður í 1655, sama ár, sum Kristoffur Gabel fekk Føroyar sum len frá kongi.

Balzer Jacobsen var róptur Illi løgmaður, var dani og hevði verið fúti frammanundan, hann varð løgmaður.

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.