Aserbadsjan
Aserbadsjan (Aserbadjanskt mál: Azərbaycan) er eitt lýðveldi í Asia. Aserbadjan gjørdist fyrsta frælsa lýðveldi í muslimska heiminum í 1918, men tvey ár seinni, í 1920 gjørdist landið partur av Sovjetsamveldinum til 1991. Fólkatalið er 10 130 100 fólk (í 2021). Asejbadjan er tað størsta landið í Kaukasus regiónini í Evrásia. Grannalondini eru: Russland fyri norðan, Georgia mót útnyrðingi, Armenia og Turkaland mót vestri og Iran móti suðri. Hetta heita, turra landið er við Kaspiska Hav. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, "eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og Armenia.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Azərbaycan marşı (Mars í Aserbadsjan) | |||
![]() | |||
Alment mál | Aserbadsjanskt | ||
Høvuðsstaður | Baku | ||
Forseti | Ilham Aliyev | ||
Forsætisráðharri | Ali Asadov | ||
Fullveldi | 28. april 1920 (frá Sovjet) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
86 600 km² >1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans [[]] - tættleiki |
10 130 100 (2021) 99,9/km² | ||
Gjaldoyra | Aserbadsjanskur Manat (AZN) | ||
Tíðarøki | UTC +4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .az | ||
Telefonkota | +994 | ||

Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av Asia, men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í Eurovision. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki.
Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við Persaflógva, kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin Baku. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í Kaspiskahavi. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað.