Aruba

Aruba er ein niðurlendsk oyggj beint úti fyri strondina í Venesuela. Aruba er ein av ABC-oyggjunum, ið eru í Karibiska havinum. Oyggin er 179 km2 til støddar og liggur bara 27 km frá suðuramerikanska meginlandinum í Venesuela. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153 [1]. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento [2]. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar. Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013 [3].



Aruba
Flagg Aruba
(Flagg Aruba)
Skjaldarmerki Aruba
(Skjaldarmerki Aruba)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Aruba Dushi Tera"
Alment mál Niðurlendskt og papiamento
Høvuðsstaður Oranjestad
Forsætisráðharri Willem-Alexander
Guvernørur Alfonso Boekhoudt
Fullveldi Onki*
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
178.91 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
109,153
567/km²
Gjaldoyra Florin (AWG)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .aw
Telefonkota +297
*Partur av Kongaríkinum Niðurlond

Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaða BTÚ í 2013 [4]. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úr USA. 



Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjá Beach Boys. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.

Oyggin Aruba er 179 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km².

Kelduávísingar

  1. http://www.cbs.aw/index.php/products/publications/161-publications/population-society/population-society/census-2010/220-census2010results-aa1
  2. http://books.google.com/books?id=4SMLb6hKv4YC&lpg=PT276
  3. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12.
  4. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html. Heintað 2014-03-12.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.