Armenia
Armenia (armenskt mál: Հայաստան, Hayastan, Hayq) er eitt lýðveldi í Asia. Tað er eitt land við høgum fjøllum. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadsjan móti eystri og Turkaland og Iran móti suðri. Landið liggur mitt í millum eystur og vestur, bæði í Evropa og í Asia. Fólkatalið í Armenia var 3.015.100 í 2014. Hetta lítla fjallalandið var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk. Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið teir flyta út og flyta inn vørur; men stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Մեր Հայրենիք "Mer Hayrenik" (Okkara Faðirland) | |||
Alment mál | Armenskt | ||
Høvuðsstaður | Jerevan | ||
Forseti | Vahagn Khachaturyan (Վահագն Խաչատուրյան) | ||
Forsætisráðharri | Nikol Pashinyan (Նիկոլ Փաշինյան) | ||
Fullveldi | 21. sept. 1921 (frá Sovjet) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
29 743 km² 1,41 % | ||
Íbúgvar - tilsamans [[]] - tættleiki |
2 963 900 (2021) 101,5/km² | ||
Gjaldoyra | Armenskur Dram (AMD) | ||
Tíðarøki | UTC +4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .am | ||
Telefonkota | +374 | ||
Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø.