Arktisk Kommando

Arktisk Kommando, sum er samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando hjá donsku Verjuni, hevur høvuðsstøð í Nuuk. Arktisk Kommando er eitt felags hernaðarvald, við beinleiðis tilvísing til donsku verjuleiðsluna. Høvuðssætið er í Nuuk, haðani ovastin fyri Arktisk Kommando kann búgva út og leiða herlið í Grønlandi og í Føroyum. Arktisk Kommando er eisini sambindingarlið og samskipari í samstarvinum millum Verjuna og staðbundnar myndugleikar í arktiska og norðuratlantiska økinum. Arktisk Kommando hevur umleið 85 starvsfólk, sum eru spjødd yvir eitt stórt landafrøðiligt øki, har tað røkir nógvar ymiskar uppgávur. Høvuðsuppgávan hjá Arktisk Kommando er hernaðarliga verjan av Grønlandi og Føroyum. Hóast ongin bráðfeingis ella ítøkilig hernaðarlig hóttan er móti Kongaríkinum, skal yvirvaldið tryggjast við eftirliti og varðhaldi í økinum. Afturat hernaðarligu uppgávunum verða ymsar aðrar samfelagsligar uppgávur eisini loystar, so sum fiskiveiðueftirlit, leiti- og bjargingartænasta, eftirlit við havumhvørvinum, dálkingarbasing og sjómátingar. Eftir tørvi verður stuðul eisini veittur til gransking og vísindaligar kanningar umframt hjálp og stuðul til lokalsamfelagið. Arktisk Kommando virkar sum bindilið í samstarvinum millum Verjuna og grønlendska sjálvstýrið, føroyska landsstýrið, Ríkisumboðsmannin í Grønlandi, Ríkisumboðsmannin í Føroyum umframt við fútan o.o.

  • Høvuðssætið í Nuuk: Høvuðssætið hjá Arktisk Kommando er í Nuuk, haðani skipanarinnsetingin av eindunum verður stýrd og samskipað. Ein støðu- og samskiftismiðstøð er innrættað við samdøgursmanning at loysa uppgávuna. Samstundis verður samskipan av leitingar- og bjargingartænastuni røkt frá miðstøðini. Ymiskt umsitingarligt og ráðleggingarligt virksemi verður eisini røkt frá høvuðssætinum, og samlaða manningin er uml. 45 fólk, av hesum eru fleiri lokalt sett.
  • Sambindingarlið Føroyar er í Tórshavn, har uppgávan er at fyriskipa og samskipa lokalu eftirlits- og fiskiveiðueftirlitstænastuna, fremja burturbeining av lóðri og varðveita sambandið við lokalar myndugleikar og samstarvsfelagar í Føroyum. Uml. fimm starvsfólk eru, av hesum eru nøkur lokalt sett.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.