Apulia
Apulia (italskt: Puglia) er ein av teimum 20 regiónunum í Italia og liggur í landsynningspartinum av landinum. Høvuðsstaðurin í Apulia er Bari.
Landafrøði
Apulia hevur strond við Adriahav fyri eystan, við Jónahav í landsynningi og við Tarantoflógva fyri sunnan. Apulia hevur mark við Molise fyri norðan, Campania fyri vestan og Basilicata í útsynningi.
Regiónin er býtt upp í seks landslutir, ið aftur at uppbýttir í 258 kommunur (comuni) við Bari sum størstu kommunu við 323.370 íbúgvum. Apulia fevnir um eitt øki á 19.345 km² og hevur nærum 4 milliónir íbúgvar.
Landslutir
Apulia er býtt upp í seks landslutir:
- Foggia
- Barletta-Andria-Trani
- Bari
- Taranto
- Brindisi
- Lecce
Myndir
- Apulia
- Castel del Monte
- Monopoli
- Gargano-strondin
- Torre Sant'Andrea nærhendis Melendugno
- Altopiano delle Murge
- Ostuni
- Grotte di Castellana nærhendis Bari
- Isole Tremiti
Hygg eisini at
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.