Antibiotika
Antibiotika er heilivágur ímóti bakteriusmittum. Grundarlagið undir virknaðinum á antibiotika er, at tað er munur á bakteriukyknunum (prokaryotar) og vertkyknunum (eukaryotar). Tað fyrst uppdagaða antibiotikaðið var penisillin, og enn í dag eru tey ymisku sløgini av penisillini tey mest nýttu antibiotikaðini.
Flokking
Antibiotika verða ofta flokkað í fimm bólkar eftir hvussu tey virka:
- Ávirka kyknuveggframleiðsluna:
- β-laktam antibiotika, herímillum tey ymisku penisillinini, t.d. Phenoxymethylpenisillin, Amoxicillin, Pivmecillinam
- Glykopeptidir, t.d. Vancomycin
- Ávirka proteinframleiðsluna:
- Aminoglykosidir, t.d. Gentamicin
- Tetracyklinir, t.d. Tetracyklin, Oxytetracyklin, Doxycyklin
- Makrolidir, t.d. Erythromycin, Roxithromycin, Azithromycin
- Chloramphenicol
- Fusidinsýra
- Ávirka nukleinsýruframleiðsluna:
- Quinolonir, t.d. Ciprofloxacin, Ofloxacin
- Nitroimidazolir, t.d. Metronidazol
- Nitrofuranir, t.d. Nitrofurantoin
- Ávirka folinsýruframleiðsluna:
- Sulfonamidir, t.d. Sulfamethizol
- Trimethoprim
- Ávirka kyknumembranframleiðsluna:
- Polymyxinir
Keldur
- S. P. Denyer, N. A. Hodges, S. P. Gorman, Hugo & Russel's Pharmaceutical Microbiology, 7th Edition, 2004, Blackwell Publishing.
Slóðir úteftir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.