Annika Hoydal
Annika Hoydal (fødd 19. november 1945) er ein sjónleikari, songkvinna og tónasmiður úr Havn. Hon er limur í bólkinum Harkaliðið. Hon er búsitandi í Danmark har hon m.a. hevur virkað sum sjónleikari á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi.
Lívsleið
Annika er fødd í Havn, hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran Karsten Hoydal og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: Gunnar, Kjartan og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í Spania og Skotlandi. Í 1973 var hon útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole, men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í 1960-árunum við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn.
Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna Til børn og vaksin við barnasangum, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum CD í 1998. Annika luttók í Dansk Melodi Grand Prix 1979 við sanginum "Aldan", sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara Gunnar Hoydal hevur yrkt.[1] Sangurin gjørdist nummar fýra.
Í 1966 sang hon á fyrsta sinni við Harkaliðnum í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.
Politikarin Høgni Hoydal er bróðursonur Anniku.
Útgávur
Annika Hoydal
- Á hesari plátuni, sum ber áskriftina Fylt nísa er millum annað barnasangurin Beinta, sum er yrktur av Oskar Hermannsson og hevur lag eftir C. Wahl.
Harkaliðið
Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni)
Sjónleikir í úrvali
Sjónleikir | Pallur/Sjónleikarhús |
---|---|
Kabarettirnar | Sjónleikarhúsið, Tórshavn[2] |
Færinger Frænder | Fiolteatret |
Cabaret | Det Danske Teater |
Den Hvide Hore | Café Teatret / Folketeatret |
Kasper Häuser | Boldhusteatret |
Some Like it Hot | Gladsaxe Teater |
Circus ½ | Fiolteatret |
Kommunens Sidste Dage (Genivieve) | Fiolteatret |
Saltomortale | Café Teatret |
Hvønn Stakkin skal eg Fara í Pápi (Annika í Dímun) | Sjónleikarhúsið, Tórshavn |
To Akter om Fem Kvinder ( Anne Sofie) | Folketeatret |
Et Drømmespil ( portnerkonen ) | Posthusteatret |
Mågen ( Masja ) | Det Danske Teater |
Sommerhuset ( Susanne ) | Odense Teater |
Kat på et varmt Bliktag ( Svigerinden ) | Odense Teater |
Jøsses Piger | Odense Teater |
Männersache | Teatret ved Sorte Hest |
Hamlet ( Ophelia ) | Saltlagret |
Doña Rosita | Alléscenen |
Kryb for Alt hvad Du har Kært | Café Teatret |
Et Dukkehjem ( Fru Linde ) | Det Danske Teater |
Som Man Behager ( Celia ) | Det Danske Teater |
Det Gamle Spil om Enhver | Børglum Kloster |
Latterlighedens Pris | Teatert ved Sorte Hest / Gladsaxe Teater |
Undskyld hvor Ligger Eros ( Onewoman-show ) | Teatret ved Sorte Hest (vár og heyst) |
Undskyld hvor ligger Eros | Hvidovre Teater (turné) |
Rock og Rå Latter ( Dario Fo´s Laser og Pjalter ) | Gladsaxe Teater |
Laser og Pjalter ( Fru Peachum ) | Det Danske Teater |
Med Brændende Kærlighed | Hvidovre Teater |
Sommergæster | Hustes Teater |
Alf Prøysen: Kom nu i Nat | Café Teatret |
Øglenatten | Jomfru Ane Teatret |
Et Drømmespil | Teatret ved Sorte Hest |
Kvindernes Dekameron | Kanonhallen |
Kielgasten ( Viola von Horney ) | Mecurteatret ( Kim Larsens Produktion ) |
Det er Svært at Dø i Dieppe | Teatre de L´Utopie (La Rochelle, í Fraklandi ) |
Melodien der blev væk | Hvidovre Teater |
Mogenstrup revyen (1992) | Mogenstrup Kro |
Mogenstup Revyen (1993) | Mogenstrup Kro |
Snedronningen ( Snedronningen ) | Team Teatret |
Medea | Det Danske Teater |
Folk og Røvere i Kardemommeby ( Tante Sofie ) | Bellevue Teatret |
Løgnen | Kaleidoskop |
Historien om en Moder | Husets Teater, Gaia – Teatret |
8 Små Mirakler | Christians Kirken |
I Morgen og i Morgen ( Version af Macbeth ) | Bådteatret |
Benny Andersen Kabaret | Bådteatret |
Køksdrotningarnar( Die Præsidentinnen) Tvazz, | Meiaríið, Tórshavn |
Tóm rúm | Tjóðpallur Føroya |
Heiður
- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins tónleikaheiður.[3]
- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari í bólkinum Folk, Country og Blues.
- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins útgáva fyri Endurljós.
Keldur
- "Privat heimasíða við teksti til sangin Aldan". http://heima.olivant.fo/~finnur/tekst/aldan.htm. Heintað 2014-01-30.
- Hoydal.dk
- Trondheim, Rakul J. (13. mars 2016). "Og vinnararnir gjørdust...". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/roddin/greinar/2016/03/13/og-vinnararnir-gjordust. Heintað 12. marts 2017.