Anni-Frid Lyngstad

Anni-Frid Lyngstad (fødd 15. november 1945 í Bjørkåsen, Ballangen í Norra) er norsk-svensk songkvinna. Hon er serliga kend fyri at hava verið limur í svenska tónleikabólkinum ABBA undir navninum "Frida" frá 1972 til 1982.

Anni-Frid Lyngstad saman við Benny Andersson í 1976.

Anni-Frid Lyngstad var gift við ABBA-liminum Benny Andersson frá 1978 til 1981. Í 1992 gifti hon seg við týska landslagsarkitektinum Heinrich Ruzzo Prinz Reuss von Plauen, og tí eitur hon síðan prinsessa Anni-Frid Reuss von Plauen. Maðurin doyði tó í 1999.

Í løtuni býr hon í Zermatt í Sveis, saman við bretska vinnulívsmanninum Henry Smith.

Ávísingar úteftir

Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.