Annfinnur Heinesen

Annfinnur Heinesen (føddur í 1976, úr Klaksvík) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri. Hann hevur tikið útbúgving á Skuespillerskolen ved Odense Teater, og hevur eisini lisið stjórnmálafrøði á Københavns Universitet. Hann hevur framført sum sjónleikari bæði á palli og í filmsrøðum. Hann hevur eisini starvast sum leikstjóri, eitt nú leikstjórnaði hann sangleikin Jesus Christ Superstar í 2010 og Audition í 2012. Hann hevur starvast í Kringvarpi Føroya, í Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum og hjá DR-Nyheder (21 Søndag). Hann hevur verið knýttur at Ung í Føroyum, Tjóðpalli Føroya, Leikhúsinum Gríma (1997-98), Odense Teater (1999-2003), Det ny teater (2004-05), Det Kongelige Teater (2004), Betty Nansen Teatret (2005-06) og at Aldubáruni (2006-07).[1] Síðani 2014 hevur hann verið stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Lívsleið innan film, sjónleik og líknandi

Leiklutir í filmum

  • 2013 - Munch
  • 2012 - Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? (Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?) - Spældi leiklutin sum Palli, norsk sjónvarpsrøð í4 pørtum, sum gekk fyri seg í Noregi og Føroyum.
  • 2010 - Lulu & Leon - spældi leiklutin sum fongsulsvørður í partinum Glædelig f#@king jul.[2]

Leiklutir á palli

  • Tóm rúm, spældi leiklutin sum Hann, Tjóðpallur Føroya, 2014.
  • Dreymar jóansøkunátt
  • Oliver Twist
  • Skeyk
  • Kvinnan í svørtum
  • Søgan um ein soldát
  • Meðan vit bíða eftir Godot
  • Aeneas - et fejlfarvet helteepos
  • Sound of Music
  • Beauty and the Beast
  • Richard 3.
  • En ikke ubetydelig historie
  • Chaos-Cosmos
  • Terningerne er kastede[3]
  • Krystalnatten
  • Veiða Vind
  • Magnus Musikus
  • Boðberissekkurin

Sum leikstjóri

  • 2012 - Audition, sangleikur
  • 2010 - Jesus Christ Superstar, sangleikur

Keldur

  1. Facebook.com, Um Annfinn Heinesen
  2. imdb.com
  3. Tóm rúm - Faldari, útgivin av Tjóðpalli Føroya í sambandi við framførsluna av leikinum Tóm rúm.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.