Andras Mortensen

Andras Mortensen (føddur í 1960 í Tórshavn) er føroyskur rithøvundur og granskari. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn hann gjørdist stjóri á Søvnum Landsins var hann landsantikvarur. [1] Andras skrivaði Phd. ritgerð um føroyska bátin við heitinum Hin føroyski báturin í 2001. Bókin var ein av føroysku bókunum, sum kom við til bókamessuna í Frankfurt í Týsklandi í oktober 2011.[2]

Andras Mortensen í 2006

Útgávur

  • 2000 - Hin føroyski báturin, Andras Mortensen, Føroya Fróðskaparfelag[3]

Virðisløn M.A. Jacobsensen

Andras Mortensen fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2002 í bólkinum Yrkisbókmentir. Hann fekk virðislønina fyri bók sína Hin føroyski róðrarbáturin.[4]

Keldur

  1. "FLB.fo, Andras Mortensen stjóri fyri Søvn Landsins". http://www.flb.fo/Tidindi/andras-mortensen-stjori-fyri-sovn-landsins.html. Heintað 2011-10-20.
  2. Faroesebooks.com
  3. RitogRak.fo, Hin føroyski róðrarbáturin
  4. BBS.fo, Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2002 verður latin Andrasi Mortensen.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.