Amerikanskur fótbóltur
Amerikanskur fótbóltur (nevndur fótbóltur í USA) er tjóðarítrótt í USA. Amerikanskur fótbóltur er ikki tann ítróttur, sum føroyingar hava størstan áhuga í. Men fyri amerikanarar er finalan, Super Bowl, hæddarpunktið á árinum. Frá september mánaði og árið út verður kappast í tveimum kappingum í amerikanskum fótbólti. Alt hetta endar við, at sekstan lið fara víðari til Play offs, og fyri mong lið er hetta succes-kriteriið. Fótbóltsvøllurin er við strikum býttur í 20 eins stór øki, ið eru fimm yards breið (4,57 m.). Ein dystur eru 4 hálvleikir, sum eru 15 minuttir hvør. Í amerikanskum fótbólti eru 11 leikarar á hvørjum liðnum.[1]
![](../I/2005PoinsettaBowl-Navy-LOS.jpg.webp)
Wilson-bóltur er nógv brúktur av fótbóltsfeløgum og framhaldsskúlum í USA til amerikanskan fótbólt.
- Vøllurin er við strikum býttur í 20 eins stór øki, sum eru 5 yards breið (4,5 m).
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.