Agnar Nielsen
Aksel Agnar Aagaard Nielsen (føddur 6. november 1928 i Vestmanna. deyður 3. mai 2020) var føroyskur politikari (SB), løgtingsmaður og løgtingsformaður.[1][2]
Agnar Nielsen var bedingsmeistari í Vestmanna 1958-65, stjóri á Vestmanna skipasmiðju 1972-81, og kavari 1966-72.[3] Sum politikari hevði hann sæti á Løgtingi í 20 ár, frá 1970 til 1990. Í tveimum umførum var hann eisini løgtingsformaður, fyrru ferðina frá 1978-79 og aftur tíggju ár seinni, frá 1989-90.[2]
Slóðir úteftir
- Edmund Joensen: Ein kappi er farin, vp.fo, 5. mai 2020
- Agnar Nielsen - bls. 323 - Bind 2, Løgtingið 150 - Hátíðarrit, Tórshavn 2002
Keldur
- Eirikur Lindenskov: Fyrrverandi løgtingsmaðurin Agnar Nielsen deyður, in.fo, 4. mai 2020
- Edmund Joensen: Ein kappi er farin, vp.fo, 5. mai 2020
- Agnar Nielsen bls. 323, Løgtingið 150 - Hátíðarrit.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.