26. februar
26. februar er dagur 57 í árinum í gregorianska kalendaranum. 308 dagar eru eftir av árinum (309 dagar um skotár er).
<< | Februar 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | |||
MMXXIV | ||||||
Hendingar
- 1658 - Friðaravtala í Roskilde. Eftir at Danmark hevði bjóðað Svøríki av í kríggj árið fyri, bað Danmark nú um friðaravtalu.
- 1794 - Kongsslottið Christiansborg í Keypmannahavn brennur. Eftir einum samdøgri brenna bæði høvuðsslottið og slotskirkjan í grund. Tað eydnast at bjarga stórum parti av tí, ið inni var, men 70-80 fólk doyggja í bjargingararbeiðinum. Kongshúskið flytir eftir eldin til tað minna og lítillætna slottið Amalienborg.
- 1815 - Napoleon Bonaparte flýggjar úr útlegdini á Elba, fer í land í Frankaríki og setir kósina ímóti París.
- 1849 - Danska stjórnin sigur upp vápnahvíldina við Týskland. Vápnahvíld hevði verið síðani august árið fyri. Málið hjá stjórnini er at gjøgnumføra óbýtta sambandið hjá Slesvig við Danmark.
- 1918 - Søgunnar higartil størsta ítróttarvanlukka hendir í Hong Kong á kapprenningarbreytini hjá Jockey Club, tá eitt hágólv dettur niður, og 604 fólk doyggja.
- 1936 - Volkswagen letur upp sína fyrstu verksmiðju í Týsklandi.
- 1952 - Winston Churchill boðar frá, at Ongland hevur framleitt sína egnu kjarnorkubumbu.
- 1962 - Hægstirættur í USA boðar frá, at øll sløg av rasuskilnaði í almennum flutningstólum eru í stríð við grundlógina.
- 1991 - Saddam Hussein boðar frá, at allar irakskar herdeildir verða tiknar aftur úr Kuveit.
- 1993 - Bumbuspreinging í World Trade Center í New York City.
Føðingar
- 1802 - Victor Hugo, franskur rithøvundur (d. 1885).
- 1829 - Levi Strauss, týskt-amerikanskur klædnasniðgevi (d. 1902).
- 1845 - Alexander III, russakeisari (d. 1894).
- 1846 - Buffalo Bill, amerikanskur pionerur, veiðumaður og heryvirmaður (d. 1917).
- 1881 - Janus Djurhuus, føroyskur rithøvundur (d. 1948).
- 1920 - Tony Randall, amerikanskur sjónleikari (d. 2004).
- 1928 - Fats Domino, amerikanskur sangari.
- 1932 - Johnny Cash, amerikanskur sangari (d. 2003).
- 1958 - Tim Kaine, amerikanskur politikari.
- 1973 - Ole Gunnar Solskjær, norskur fotbóltsleikari og -venjari.
- 1982 - Li Na, kinesisk tennisleikarinna.
- 1984 - Emmanuel Adebayor, togoiskur fotbóltsleikari.
Andlát
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.