23. desember

23. desember er dagur 357 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 358 um skotár er). 8 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini tollaksmessa.

Nov - Des - Jan
Mi Fr Le Su
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

Hendingar

  • 1913 - 19 menn úr Norðoyggjum sjólátast við trimum bátum – ein úr Kunoy, ein av Skarði og ein úr Norðdepli. Hendingin ger, at Skarðs bygd á Kunoynni nøkur ár seinni avtoftast. Tíggju dagar frammanundan gekk ein svínoyarbátur burtur. Tilsaman fórust 25 menn teir báðir vannlukkudagarnir í desember 2013, og eftir teir sótu 15 einkjur og 39 børn vóru faðirloysingar.
  • 1919 - Stóra Bretland ger ein nýggja grundlóg fyri India. India gerst sjálvstøðugt land í 1947.
  • 1986 - Voyager gerst fyrsta flogfarið, ið flýgur runt jørðina uttan at steðga. Flogskiparar vórðu Dick Rutan og Jeana Yeager. Ferðin tók nýggju dagar og byrjaði og endaði Edwards Air Force Base í Mojave oyðimørkini í USA.
  • 1990 - 88.5% av veljarunum í Slovenia atkvøða fyri loysing frá Jugoslavia í eini fólkaatkvøðu

Føðingar

  • 1777 - Alexander 1., russiskur keisari (d. 1825)
  • 1918 - Helmut Schmidt, týskur kanslari (d. 2015)
  • 1933 - Akihito, japanskur keisari.
  • 1943 - Bárður Jákupsson, føroyskur málari.
  • 1943 - Silvia Sommerlath, svensk drotning.
  • 1950 - Vicente del Bosque, spanskur fótbóltsleikari og -stjóri.
  • 1967 - Carla Bruni, italsk-fronsk songkvinna og forsetafrú.
  • 1979 - Kenny Miller, skotskur fótbóltsleikari.
  • 1985 - Harry Judd, enskur tónleikari.

Andlát

  • 1193 - Tollakur Torhallsson, íslendskur biskupur (f. 1113)
  • 2013 - Mikhail Kalashnikov (f. 1919)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.