2005

2005 (MMV) var eitt vanligt ár, eftir tí gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein leygardagur. Árið er 2005. ár eftir Krist, fimta ár í triðja ártúsund, fimta árið í 21. øld og 5 árið í 2000-árunum.

Árstal
2002 2003 200420052006 2007 2008
Áratíggju
1990-árini2000-árini2010-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

Hendingar

Charles prinsur av Wales
  • 19. apríl - Benadikt XVI verður pávi, eftir at Jóhannus Páll II pávi doyr fyrr í mánaðinum.
  • 23. apríl - Fyrsta Youtube filmsbrotið verður lagt á heimasíðuna við sama navni klokkan 20.27.
  • 26. apríl - Undir altjóða trýsti trekkir Sýria seg aftur úr Libanon eftir at hava hersett landið í 29 ár.
  • 15. mai - Ein ferja, full av ferðafólki, hvølvur og søkkur í hvøssum vindi í Bangladesh. 200 fólk verða saknað.
  • 17. mai - Kvinnur í Kuveit fáa valrætt av nýggjum.
  • 20. juni - Margretha drotning legði grundarsteinin til Hoyvíkar kirkju.
  • 2. juli - Live8: 10 ymiskar konsertir verða hildnar í 10 ymiskum londum og sjónvarpaðar runt um heimin. Konsertirnar eru liður í átakinum "Make Poverty History".
  • 7. juli - Terrorálopið í London 2005: Bumbur bresta í 3 tokum í Undirgrundini í London, og í einum bussi. 52 lata lív, og meir enn 700 fólk koma til skaða.
  • 28. juli - IRA boðar frá at tey enda stríðið, sum felagskapurin hevur hildið uppi síðani 1969, og biður allar limir at leggja niður vápn síni.
  • 22. august - Ein 4,1 kg tungur loftsteinur lendir í Simbabvi, og letur eftir seg eitt 150 millimetra stórt krater.
  • 29. august - Ódnin Katrina herjar í USA, og hevur stóran skaða við sær. Í minsta lagi 1.836 lata lív av ódnini.
  • 12. september - Hong Kong Disneyland Resort opnar í Hong Kong.
  • Angela Merkel í 2008.
    19. september - Norðurkorea gongur við til at gevast at framleiða kjarnorkuvápn.
  • 30. september - Jyllands-Posten printar óhóskandi tekningar av Muhammed.
  • 1. oktober - Bumbur bresta á Bali í Indonesia. 26 fólk lata lív, og meir enn 100 fólk koma til skaða.
  • 8. oktober - Jarðskjálvti rakar Kashmir umráðið í Suðurasia. 80 000 fólk lata lív.
  • 19. oktober - Rættargongdin móti Saddam Hussein byrjar.
  • 29. oktober - Bumbur bresta í indiska høvuðstaðnum Delhi. Í minsta lagi 61 fólk lata lív.
  • 9. november - Í minsta lagi 50 fólk lata lív og meir enn 120 koma til skaða, tá ein røð av sjálvmorðsbumbum bresta í Jordan.
  • 13. november - Onglendingurin Andrew Stimpson verður fyrsta skrásetta manneskja, ið verður frískt av HIV-virus
  • 22. november - Angela Merkel verður fyrsti kvinnuligi kanslari Týsklands.
  • 23. desember - Kjad lýsir við kríggi ímóti Sudan, eftir eitt álop, ið hevði við sær at 100 fólk lótu lív.
  • 31. desember - Eitt eyka sekund, 23.59.60, verður lagt afturat klokkuni til at enda árið. Síðst hetta kom fyri, var tann 30. juni 1998.

Fótbóltur

Føðingar

Andlát

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.