2004
2004 (MMIV) var eitt skotár, sambært gregorianska kalendaranum var fyrsti dagurin ein hósdagur.
Árstal |
2001 2002 2003 – 2004 – 2005 2006 2007 |
Áratíggju |
1990-árini – 2000-árini – 2010-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 20. januar - Løgtingsval er. Valúrslitini vísa, at hóast tjóðveldisflokkurin einans hevur næstmest atkvøður, fær hann bestu umboðan á tingi við 8 tinglimum. Í prosentum er Sambandsflokkurin størsti flokkur á tingi, men hevur einans 7 tinglimir.
- 21. januar - Norska krúnprinsaparið, Hákun krúnprinsur og Metta-Marit, krúnprinsessa, fáa fyrsta barnið, eina gentu, ið sum verður trúnarvingur kann gerast fyrsti kvinnuligi regentur í Noreg í 600 ár.
- 3. februar - Samgonga verður skipað ímillum fólkaflokkin, sambandsflokkin og javnaðarflokkin. Jóannes Eidesgaard verður valdur til løgmann
- 11. mars - Ein bumba brestur á einum jarnbreytartoki í spanska høvuðstaðnum Madrid. 192 fólk missa lívið. Hóast baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA fær skyldina at byrja við, tekur Al-Kaida ábyrgdina av spreingingini.
- 1. mai - Tíggju nýggj lond (Kekkia, Kýpros, Estland, Lettland, Litava, Malta, Pólland, Slovakia, Slovenia og Ungarn) blíva alment limir av ES
- 14. mai - Fríðrikur krónprinsur giftir seg við tasmansku Mary Elizabeth Donaldson.
- 2. november - Theo van Gogh verður myrdur á gøtuni í Amsterdam.
Fótbóltur
- 21. februar - Føroyar-Pólland 0-6 (0-4) í San Fernando, Spania - Vinardystur
- 24. februar - Føroyar-Luksemborg 4-2 (0-1) í San Fernando, Spania - Vinardystur (John Petersen, 47. og 53.; Súni Olsen, 75.; Julian Johnson, 90.)
- 1. juni - Háland-Føroyar 3-0 (1-0) í Lausanne, Sveis - Vinardystur
- 18. august - Føroyar-Malta 3-2 (2-0) á Svangaskaði, Toftir - Vinardystur (Jákup á Borg, 31.; Rógvi Jacobsen, 42.; Fróði Benjaminsen, 81.)
- 4. september - Sveis-Føroyar 6-0 (4-0) í Basel - HM undandystur
- 8. september - Føroyar-Frakland 0-2 (0-1) á Tórsvølli, Tórshavn - HM-undandystur
- 9. oktober - Kýpros-Føroyar 2-2 (1-2) í Nikosia - HM-undandystur (Claus Beck Jørgensen, 21.; Rógvi Jacobsen, 44.) Myndir hjá 12. manni Archived 2005-02-22 at the Wayback Machine
- 13. oktober - Írland-Føroyar 2-0 (2-0) í Dublin - HM-undandystur
Føðingar
- 21. januar - Ingrid Alexandra av Noregi, norski trónarvingin
Andlát
- 25. januar - Miklós Fehér, ungarskur fótbóltsleikari (f. 1979).
- 13. februar - Zelimkhan Jandarbijev, forseti í Kekenia (f. 1951)
- 26. februar - Boris Trajkovski, (Борис Трајковски á kyrilliskum) forseti í Makedónia (f. 1956)
- 28. mars - Peter Ustinov, bretskur sjónleikari (f. 1912).
- 5. juni - Ronald Reagan, fyrrverandi amerikanskur forseti (f. 1911).
- 10. juni - Ray Charles, amerikanskur pianistur og sangari (f. 1930).
- 1. juli - Marlon Brando, amerikanskur sjónleikari (f. 1924).
- 14. september - Ove Sprogøe, danskur sjónleikari (f. 1919).
- 10. oktober - Christopher Reeve, amerikanskur sjónleikar (f. 1952).
- 11. november - Jasser Arafat, palestinskur forseti (f. 1929).
- 28. desember - Jerry Orbach, amerikanskur sjónleikari (f. 1935).
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.