2003
2003 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi.
Árstal |
2000 2001 2002 – 2003 – 2004 2005 2006 |
Áratíggju |
1990-árini – 2000-árini – 2010-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 1. januar - Luiz Inácio Lula da Silva verður valdur forseti í Brasil.
- 30. januar - Belgia viðurkennir hjúnaband ímillum samkynd.
- 1. februar - Rúmdarskipið Columbia spreingist tá hon kemur aftur til jørðina eftir rúmarferð. 7 astronautar lata lív.
- 9. februar - Darfur kríggið byrjar.
- 15. februar - Mótmælis tiltøk kring heimin í móti krígnum í Irak. Meir enn 10 milliónir mans í 600 býum kring heimin mótmæla. Hetta er størsta krígsmótmæli í heiminum nakrantíð.
- 26. februar - Ein amerikanskur vinnulívsmaður verður innlagdur á sjúkrahús í Vjetnam. Læknin í tekur ímótir honum staðfestir at SARS virus er atvold til sjúkuna, og setur seg í samband við WHO. Bæði læknin og vinnulívsmaðurin doyðu seinni av hættisligu sjúkuni.
- 1. mars - Khalid Sheikh Mohammed, ein av fyrireikaranum av yvirgangsálopinum 11. september 2001, verður handtikin í Pakistan.
- 8. mars - Malta fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 12. mars - WHO ávarar at SARS er vorðið til eina altjóða hættustøðu. (Global Alert)
- 19. mars - Kríggið í Irak byrjar.
- 23. mars - Slovenia fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 10. apríl - nýggja Norröna fer fyri fyrstu ferð í rutusiglng.
- 12. apríl - Ungarn fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 11. mai - Málverkið Saliera hjá listmálaranum Benvenuto Cellini verður stjolið frá Kunsthistorisches Museum í Venedig.
- Litava fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 17. mai - Slovakia fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 21. mai - Ein jarðskjálvti í Algeria hevur við sær at 2.200 lata lív.
- 23. mai - Dewey, verður navnið, givið tí fyrsta klonaða dádýrinum. Hann verður klonaður í Texas, USA
- 28. mai - Prometea, verður navnið, givið tí fyrsta klonaða hestinum. Hann verður klonaður av italienskum rannsóknarfólkum.
- 8. juni - Pólland fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 14. juni - Kekkia fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 1. juli - 500.000 mans ganga mótmælisgongu í Hong Kong, til at mótmæla nýggjari lóg sum endurhugsar hvat telst sum svik.
- 5. juli - SARS verður mett at verða yvirvunnið av WHO.
- 14. september - Estland fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 20. september - Lettland fer uppí Evropeiska Samveldið.
- 15. oktober - Kina sendir, fyri fyrstu ferð, ein mann út í rúmdina.
- 9. november - Mánamyrking sæst í stórum parti av heiminum,
- 18. november - Massachusetts verður fyrsti statur í USA at viðurkenna hjúnarband ímillum samkynd.
- 23. november - Sólarmyrking sæst á Antarktika.
- 1. desember - Tað verður ólógligt at tosa í fartelefon og koyra bil í Englandi.
- 13. desember - Saddam Hussein, fyrrverandi forseti Irak, verður tikin til fanga av amerikonskum hermonnum.
- 20. desember - Libya viðgongur at landið er í ferð við at byggja kjarnorkuvápn.
- 26. desember - Ein jarðskjálvti rakar Iran. 40.000 man lata lív í býnum Bam.
Fótbóltur
- 7. juni - Ísland-Føroyar 2-1 (1-0) í Reykjavík - EM-undandystur (Rógvi Jacobsen, 63.) Myndir hjá 12. manni Archived 2005-02-21 at the Wayback Machine
- 11. juni - Føroyar-Týskland 0-2 (0-0) í Tórshavn (Tórsvøllur) – EM-undandystur. (Myndir hjá 12. manni) Archived 2005-02-21 at the Wayback Machine
- 20. august - Føroyar-Ísland 1-2 (0-1) í Havn - EM-undandystur (Rógvi Jacobsen, 63.)
- 6. september - Skotland-Føroyar 3-1 (2-1) Hampden Park, Glasgow - EM-undandystur (Julian Johnson, 35.)
- 10. september - Føroyar-Litava 1-3 (1-1) Svangaskarð á Toftum - EM-undandystur (Súni Olsen 43.)
Føðingar
- 3. januar - Greta Thunberg, svenskur veðurlagsaktivistur, ið hevur tikið stig til heimsumfatandi veðurlagsverkfallini.
- 7. desember - Catharina-Amalia av Niðurlondum, niðurlendski trónarvingin
Andlát
- 26. januar - Hans Jacob Debes, føroyskur rithøvundur (f. 1940)
- 12. mars - Zoran Đinđić, serbiskur forsætisráðharri (f. 1952)
- 15. mai - June Carter Cash, amerikonsk songkvinna. (f. 1929)
- 12. juni - Gregory Peck, amerikanskur sjónleikari (To Kill a Mockingbird) (f. 1916)
- 16. juni - Georg Henrik von Wright, finskur heimspekingur (f. 1916)
- 29. juni - Katharine Hepburn, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1907)
- 4. juli - Barry White, amerikanskur sangari (f. 1944)
- 27. juli - Bob Hope, amerikanskur skemtari og sjónleikari (f. 1903)
- 16. august - Idi Amin, ugandiskur einræðisharri (f. ca. 1924)
- 8. september - Leni Riefenstahl, týskur filmsleikstjóri (f. 1902)
- 11. september - Anna Lindh, svenskur uttanríkisráðharri (f. 1957)
- 11. september - John Ritter, amerikanskur sjónleikari (Problem Child) (f. 1948)
- 12. september - Johnny Cash, amerikanskur sangari (f. 1932) (myndin)
- 18. oktober - Sverri Djurhuus, føroyskur rithøvundur (f. 1920).
- 8. desember - Rubén González, kubanskur klaverleikari (f. 1919).
Árið í fiktión
- Hendingarnar í filmunum 28 Days Later og 28 Weeks Later ganga fyri seg í 2003.
- Arkadu spælið Omega Race, frá 1981, gongur fyri seg í 2003.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.