20. november

20. november er dagur 324 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 325 um skotár er). 41 eru dagar eftir av árinum. Dagurin er Altjóða barnarættindadagur.

Okt - Nov - Des
Mi Fr Le Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

Hendingar

  • 1805 - Einasta opera Beethovens Fidelio, opnar í Wien.
  • 1820 - Ein 80 tons avgustur loypir á og søkkur Essex (eitt hvalaskip frá Nantucket, Massachusetts) 2,000 míl frá vesturstrond Suðuramerika. (Hendingin er partvís íblástur til skaldsøguna Moby Dick hjá Herman Melville frá 1851.)
  • 1945 - Nuremberg rættarhaldini: Rættarhaldini ímóti 24 nazi krígsbrotsmonnum byrja í Týsklandi.
  • 1947 - Elisabet prinsessa giftist Philip Mountbatten, sum gerst greivi av Edinborg, í Westminster Abbey í London.
  • 1959 - Sameindu Tjóðir viðtaka altjóða barnarættindasáttmálan. Vegna hetta verður Altjóða Barnarættindadagur hildin henda dag hvørt ár.
  • 1962 - Kubanska rakettkreppan: Eftir at Sovjetsamveldið játtar at taka út síni vápn úr Kuba, endar amerikanski forsetin, John F. Kennedy, karantenuna av karabiska landinum.
  • 1977 - Egyptiski forsetin Anwar Sadat gerst fyrsti arabiski leiðarin, ið fer á almenna vitjan til Ísrael. Hann møtir ísraelska forsætisráðharranum Menachem Begin, og talar frammanfyri ísraelska tinginum Knesset í Jerusalem, við vón um varandi friðaravtalu.
  • 1979 - Umleið 200 Sunni muslimar gera uppreistur í Savdiarabia við Kaaba í Mecca, ímeðan pílagrímsferðin stendur yvir. Teir taka umleið 6000 gíslar. Saudiska stjórnin fær hjálp frá pakistansku fregnartænastuni at enda uppreisturin.
  • 1985 - Microsoft Windows 1.0 verður útgivið.
  • 1989 - Floyalskollveltingin: Talið á mótmælisfólki í Prag í Kekkia hækkar frá 200.000 dagin fyri til upp ímóti hálvari millión.
  • 1990 - Andrei Chikatilo, ein av mest kendu hópdrápsmonnum Sovjetsamveldisins, verður hondtikin. Hann játtar 56 morð.
  • 1991 - Ein aserbadjonsk tyrla, ið flytur 19 friðarvarðveitandi toymisfólk og blaðfólk ú Russlandi, Kasakstan, og Aserbadsjan, verður skotin niður av armenska herinum í Aserbadsjan .
  • 1992 - Eldur tekur seg upp í Windsor Castle í Onglandi, Slottið tekur stóran skaða, ið verður mettur at kosta 50 milliónir pund.
  • 2015 - Ein gíslatøka í Mali hevur við sær at í minsta lagi 19 fólk lata lív.

    Føðingar

    Andlát

    Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.