1969
1969 (MCMLXIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi.
Árstal |
1966 1967 1968 – 1969 – 1970 1971 1972 |
Áratíggju |
1950-árini – 1960-árini – 1970-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
Hendingar
- 5. januar - Sovjetsamveldið sendir rúmdarfar til Venus, landið ger aðra roynd tann 10. januar.
- 30. januar - The Beatles framføra almennt fyri síðstu ferð, og filma fleiri av løgum sínum á taki Apple Records í London.
- 3. mars - Sirhan Sirhan játtar í rættinum í Los Angeles at hava dripið amerikanska forsetavalevnið Robert Kennedy.
- 10. mars - James Earl Ray játtar í rættinum í Memphis at hava dripið Martin Luther King Jr. Hann tekur játtanina aftur nøkur ár seinni.
- 20. mars - John Lennon og Yoko Ono giftast á Gibraltar, og fara aftaná á brúðarferð til Amsterdam.
- 29. mars - Eurovision Song Contest 1969 verður hildin í Madrid. Fýra lond fáa sama stigatal og vinna kappingina. Tey vóru: Spania, England, Frakland og Holland. Stigaskipanin var broytt eftir hetta, so sama mistak ikki skuldi endurtaka seg.
- 1. apríl - Tórshavnar kommuna setur Býarbókasavnið á stovn.
- 4. apríl - Fyrsta tilgjørda mans hjartað verður implanterað.
- 22. apríl - Robin Knox-Johnston verður fyrsti maður at sigla runt heimin uttan steðg.
- 15. mai- Ein amerikanskur tannáringur, kendur sum Robert R., doyr av mystiskum og ókendum sjúkdómi. Í 1984 verður váttað at talan var um fyrstu HIV/AIDS smittuna í Norðuramerika.
- 5. juni - Ein altjóða kommunist ráðstevna cerður hildin í Moskva.
- 23. juni - Sundaferjan byrjar at sigla millum Oyri, Hvalvík, Hósvík og Selatrað
- 28. juni - The Stonewall ófriðurin í New York verður byrjan til betran av rættindum hjá samkyndum í Amerika.
- 21. juli - Amerikanarin Neil Armstrong verður fyrsta maður á mánanum.
- 8. august - Heimskenda myndin av The Beatles, har teir ganga yvir gøtuna Abby Road, verður tikin av ljósmyndaranum Iain Macmillan.
- 9. og 10. august - Fylgjarar Charles Manson drepa 7 fólk, har ímillum heimskendu medellina og sjónleikaran Sharon Tate, sum er við barn og gift filmsleikstjóranum Roman Polanski.
- 15. - 18. august - Woodstock tónleikafestivalurin verður hildin í New York. Fleiri av teimum mest kendu rokk tónleikarum tíðarinnar framføra, og 400.000 ung fólk eru á festival.
- 21. august - Heimsins fyrsti Gap handil opnar í San Francisco.
- 17. september - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Fagurbókmentir verður latin J. P. Heinesen og Rói Patursson, og fyri Yrkisbókmentir verður hon latin Hans J. Glerfoss og H. D. Joensen.
- 20. september - Scooby-Doo teknirøðin verður send í sjónvarpi feyri fyrstu ferð.
- 5. oktober - Monty Python's Flying Circus verður sent fyri fyrstu ferð á BBC One. Sendirøðin verður heimskend og verður enn endursýnd runt heimin (2014).
Bókmentir
- 10. mars - The Godfather skrivað av Mario Puzo.
Útgávur hetta árið
- Yellow Submarine og Abbey Road (The Beatles).
- Led Zeppelin og Led Zeppelin II (Led Zeppelin)
- Ummagumma (Pink Floyd)
Føðingar
- 1. januar - Verne Troyer, amerikanskur sjónleikari (d. 2018)
- 3. januar - Michael Schumacher, týskur formula 1 bilførari
- 5. januar - Marilyn Manson, amerikanskur tónleikari.
- 17. januar
- Jørgen Niclasen, føroyskur politikari.
- Tiësto, hollenskur tónleikari.
- 11. februar - Jennifer Aniston, amerikanskur sjónleikari (Friends)
- 22. februar - Oddfríður Marni Rasmussen, føroyskur rithøvundur
- 17. mars - Alexander McQueen, enskur klædna designari. (d. 2010)
- 25. apríl - Renée Zellweger, amerikanskur sjónleikari (Bridget Jones' Diary)
- 7. mai - Eagle Eye Cherry, svenskur tónleikari
- 14. mai - Cate Blanchett, avstralskur sjónleikari (Elizabeth)
- 15. juni
- Ice Cube, amerikanskur rappari
- Oliver Kahn, týskur landsliðs málmaður
- 24. juni - Sissel Kyrkjebø, norsk songkvinna
- 24. juli - Jennifer Lopez, amerikonsk songkvinna og sjónleikari (The Wedding Planner)
- 18. august - Edward Norton, amerikanskur sjónleikari (Fight Club)
- 19. august - Matthew Perry, amerikanskur sjónleikari (Friends)
- 28. august - Jack Black, amerikanskur sjónleikari (School of Rock)
- 25. september - Cathrine Zeta-Jones, waliskur sjónleikari (The Mask of Zorro)
- 3. oktober - Gwen Stefani, amerikonsk songkvinna
- 4. november - Sean Combs (P. Diddy), amerikanskur rappari
- 12. november - Tomas N'evergreen, danskur sangari
- 13. november - Gerard Butler, skotskur sjónleikari (300)
- 4. desember - Jay-Z, amerikanskur rappari
- 19. desember - Richard Hammond, enskur sjónvarpsmaður (Top Gear)
Andlát
- 28. mars - Dwight D. Eisenhower, amerikanskur forseti (f. 1890)
- 22. juni - Judy Garland, amerikanskur sjónleikari (Wizard of Oz) (f. 1922)
- 9. august - Sharon Tate, amerikonsk modell og sjónleikari. (f. 1943)
- 12. oktober - Sonja Henie, norsk, olympisk skoytadrotning (f. 1912)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.