15. øld
15. øld var øldin, ið vardi frá 1. januar 1401 (MCDI) til 31. desember 1500 (MD) í tí julianska kalendaranum.
Áratíggju og ár
Týdningarmikil fólk
Føðingar
- Abu Sa'id al-Afif, samariskur lækni.
- Afonso de Albuquerque (1453–1515) var ein portugisiskur aðalmaður, sjóherovasti.
- Matthias Corvinus av Ungarn, renessansu herskari (1443–1490).
- George Kastrioti, Skenderbeg, albanskur prinsur sum stóð ímóti ottomanum í nærum 30 ár (1443–1468).
- Ferdinand II av Aragon, regentur av Spania saman við Isabella I av Castilia og hevði saman við henni ábyrgdina fyri sameiningina av Spania (1452–1516).
- Konstantin XI, tann seinasti bysantinski og rómverski keisarin. Hann livdi frá 1404–1453.

.png.webp)
Sir John Everett Millais, The Two Princes Edward and Richard in the Tower, 1483, Royal Holloway savnið, 1878
- Henry VII av Onglandi, enskur kongur og stovnarin av Tudor ríkinum (1457–1509).
- Isabella I av Castilia, co-herskari av Spania saman við Ferdinand II av Aragon og hevði saman við honum ábyrgdina fyri sameiningina av Spania og fyri at Nýggi heimurin varð funnin (1451–1504).
- Ivan III av Russlandi, russakeisari (1440-1505)
- Jeanne d'Arc, herleiðari og tjóðarhetja Fraklands (1412–1431).
- Kazimierz IV Jagiellon, kongur í Póllandi og stórhertogi av Litava (1427–1492).
- Ludvík XI, kongur í Fraklandi (1423–1483).
- Mehmed II, sultanur í Ottomanska ríkinum og sigursharri av Konstantinopel (1432–1481).
- Guru Nanak, stovnari av Sikh trúnni (1469).
- Stefan III av Moldavia, eisini kendur sum Stefan hin Stóri, regentur av Moldavia, tjóðarhetja hjá Romania fyri at hava stríðst leingi móti Ottomanum (1437–1504)
- Richard III av Onglandi, seinasti enski kongur av Húsið York, tann seinasti Húsið Plantagenet (1452–1485).
- Mir Chakar Khan Rind (1468–1565), ein Balutsjar kongur.
- Vlad Drakula, Prinsur av Valakia sum stýrdi verjuni av øki hansara móti tí Ottomanska ríkinum (1431–1476).
- Oba Ewuare, gjørdi býarstatin Benin til Benin Ríkið.
Andlát
- John Hunyadi, regentur av Kongaríkið Ungarn, vann Slagið um Beograd í 1456 (1387–1456)
- Jan Hus, prestur, heimspekingur og Bohemiskur trúgvandi, sum varð brendur á báli (c. 1369–1415).
- Johannes Gutenberg, evropeiskur uppfinnari av prenting við flytbarum týpum (uml. 1398 – 1468)
- Heindrikur Sjófari "Infante Henrique", hertogi av Viseu (1394–1460); barna (prinsur) av Portugisiska Aviz húsinum.
- Henrik V av Onglandi, (1387–1422).
- Sejong hin stóri av Joseon, ein koreanskur monarkur, sum menti hangul, sum er tað koreanska stavraðið (1397–1450).
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.