12. november

12. november er dagur 316 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 317 um skotár er). 49 eru dagar eftir av árinum.

Okt - Nov - Des
Mi Fr Le Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
Kalendari fyri 2023
Allir dagar

12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgimenni við hesum navni, men tað er komið við í danskar álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og er samansett av gudsnavninum Tórur, og Ketil, sum merkir hattur ella hjálmur. Vanligur fyrsti liður í mongum staðarnøvnum í Føroyum. Torkil er eitt av teimum fáu persónsnøvnunum, sum er funnið á rúnarsteini í Føroyum (í Sandavági).

Hendingar

  • 1944 - Týska slagskipið Tirpitz, ið er systurskip hjá Bismarck og seinasta stóra slagskip hjá Adolf Hitler verður søkt í Håkøybotn vestafyri Tromsø av Lancaster-bumbum hjá Royal Air Force. Uml. 1000 týskir sjómenn missa lívið.

Føðingar

  • 1840 - Auguste Rodin, franskur myndahøggari (d. 1917).
  • 1866 - Sun Yat-sen, kinesiskur politikari (d. 1925).
  • 1923 - Loriot (d. 2011).
  • 1929 - Michael Ende, týskur rithøvundur (d. 1995).
  • 1929 - Grace Kelly, amerikonsk sjónleikarinna og prinsessa Monakos (d. 1982).
  • 1932 - Jens Pauli Heinesen, føroyskur rithøvundur (d. 2011).
  • 1946 - Krister Henriksson, svenskur sjónleikari.
  • 1948 - Hassan Rouhani, iranskur forseti.
  • 1980 - Ryan Gosling, kanadiskur sjónleikari.
  • 1982 - Anne Hathaway, amerikonsk sjónleikarinna.

Andlát

  • 2010 - Henryk Gorecki, pólskt tónaskald (f. 1933).
  • 2013 - John Tavener, enskt tónaskald (f. 1944).
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.